at vísa til brævaskifti um samráðingarnar millum Føroyar og Danmark um at skipa Føroyar sum eitt sjálvstøðugt ríki, nevnliga bræv til tygara frá løgmansdeildini í føroysku stjórnini, skjal nr. 400-01-0002/2000, dagsett 26. juli 2000, bræv somuleiðis til tygara frá danska uttanríkisráðharranum, skjal nr. JT.1, 8.H.36, dagsett 23. august 2000, eins og bræv tygara til løgmansdeildina í føroysku stjórnini, dagsett 29. august 2000. Eisini skulu vit vísa til bræv okkara til aðalskrivara tygara, dagsett 10. februar 1996, har vit vegna 3094 borgarar í ríki okkara gjørdu vart við, at Danmark í stríð við altjóða sáttmálar, sum tað sjálvt hevur undirritað, viðger okkum sum eina koloni. Avrit av hesum seinast nevnda brævi er, eins og tygum kunnugt, sent til øll limalondini í ST.
Danski uttanríkisráðharrin sigur í sínum brævi, at Føroyar eru ein partur av tí danska kongsríkinum. Tað undrar okkum, at danska stjórnin boðar alheimssamfelagnum frá hesum, tí sum vit hava greitt frá í nevnda brævi okkara, boðaði sama danska stjórnin tann 14. september 1995 okkum frá, at hon ikki megnaði at siga, nær og hvussu Føroyar eftir 14. januar 1814 vóru vorðnar ein partur av Danmarkar ríki. Men tá Danmark ikki kann siga, nær ið hetta skal vera farið fram, ber hetta við sær, at einasta heimildin, danska stjórnin hevur til at umboða okkum mótvegis umheiminum, er tann sáttmáli, sum vit gjørdu við Danmark tann 29. august 1450. Hesin sáttmálin ásetur, at partarnir hava somu rættindi og skyldur í felagsskapinum. Tað sum Danmark gjørdi við brævi sínum til okkara í 1995, var at bróta henda sáttmála. Danmark sýtti okkum nevnliga at fáa ein tjóðfund, sum skuldi gera av, hvussu vit skuldu stýra ríki okkara, eins og danska tjóðin hevur rætt til at stýra sínum. Hervið fór Danmark við okkum sum við eini koloni, men heldur ikki koloniir eru partar av tí veldi, sum umboðar tær í altjóða samskifti. Tað er tí heimildarleyst at danski uttanríkisráðharrin boðar ST frá, at Føroyar eru ein partur av danska kongsríkinum.
Síðan ST-felagsskapurin varð stovnaður hevur hann barst fyri, at koloniir skulu sleppa at fáa ræði á egnum viðurskiftum, og sum føroyska stjórnin hevur boðað frá við brævi sínum dagsettum 26. juli, hava Føroyar nú sett sær fyri at fáa hetta ræði. Við brævi sínum dagsettum 23. august játtar danska stjórin sjálv, at hon hevur tikið upp samráðingar við føroysku stjórnina um, at Føroyar skulu gerast sjálvstøðugt ríki.
Um so var, at danska stjórnin ikki hevði brotið tann sáttmála, sum er um viðurskiftini millum okkum og danska ríkið, so høvdu vit heimild til at hava eitt ávíst samskifti við altjóða samfelagið, tí tann sáttmálin áleggur okkum bert skyldu til at vera saman við Danmark í kríggi. Men nú, danska stjórnin viðger okkum sum eina koloni, og samstundis góðkennir, at vit kunnu gerast sjálvstøðugt ríki, hevur danska stjórnin eftir øllum ásetingum í altjóða rætti givið okkum loyvi til at fyrireika stovnssetingina av einum nýggjum ríki. Ein natúrligur partur av hesum arbeiði er at seta seg í samband við onnur ríki og sjálvsagt somuleiðis við ST.
Tað undrar okkum tí almikið, at danska stjórnin skal siga ST frá, at føroyska stjórnin ikki hevur nakra heimild til at seta seg í samband við altjóða samfelagið, tí hesa heimild hevur Danmark sjálvt givið føroysku stjórnini við at taka upp samráðingar við hana um at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt ríki.
Ein av teimum skyldum, sum koloniveldini hava mótvegis kolonium sínum, er at geva teimum eitt frælst val um tilknýti uttan at nakað fíggjarligt trýst verður framt. Men í teimum samráðingum, sum higartil hava verið millum føroysku og donsku stjórnina, hevur danska stjórnin boðað frá, at hon ikki hevur í hyggju at fylgja hesi altjóða reglu, men vil síggja til, at lívskorini í Føroyum versna við 20%, um Føroyar gerast sjálvstøðugt ríki.
Orsøkin til, at danska stjórnin hevur møguleika til at hótta á slíkan hátt, er at í 1946 var ein fólkaatkvøða í Føroyum har ein greiður meiriluti samtykti, at Føroyar skuldu gerast sjálvstøðugt ríki. Fyri at forða fyri at hetta gjørdist veruleiki, setti danska stjórnin eina ætlan í verk, sum hevði til endamáls at Føroyar skuldi gerast ósjálvbjargnar. Hetta varð gjørt við at danska stjórnin galt ein part av føroysku fíggjarlógini. Avleiðingarnar av hesum politikki hava verið, at Føroyar, sum í 1946 var tað ríkasta av Norðurlondum, nú eru tað fátækasta av hesum londum. Við nú at bróta sína altjóða skyldu til at hjálpa okkum burtur úr hesi mannminkandi støðu, sum er úrslit av miðvísum donskum politikki, vónar danska stjórnin, at samráðingarúrslitið verður so vánaligt, at tað ikki verður samtykt av føroyska fólkinum.
Men tað Danmark hevur altjóða skyldu til, er at geva okkum eina fíggjarliga skipan, so at vit fara at hava eitt frítt val. Tað er hesa skyldu, sum Danmark ikki hevur hildið í teimum samráðingum, sum higartil hava verið millum partarnar, og tí taka vit fult út undir við, at stjórn okkara vendir sær til ST fyri at fáa greiði á hesum máli.
Vinarligast
Vegna
Fólkaítakið fyri tjóðfundi