Nýtt blað á gøtuni

Fríggjadagin kom nýggja blaðið Kjølurin fyrstu ferð á gøtuna. Blaðið fevnir breitt við íkastum frá høvundum, serfrøðingum umframt fleiri kendum nøvnum úr føroyska blaðheiminum

 
Hetta fyrsta eintakið av Kjølinum røkkur víða, og uttan iva finna flestu lesarar okkurt av júst teirra áhuga. Í blaðnum hesuferð er m.a portrett av tíðindakvinnuni Beintu Løwe Jacobsen, prát við pólska fótbóltsvenjaran Piotr Krakowski, grein um vetrartyngd, lesitilfar til familjuna, siðsøguligar greinar, mentan, ítróttur umframt spurningar til fólk á gøtuni.
Kjølurin er snotiliga uppsettur við hópin av góðum myndum.
Fyrstu tíðina kemur blaðið út aðru hvørja viku, men sum frá líður er ætlanin, at Kjølurin verður eitt vikublað.
Tað eru teir báðir klaksvíkingarnir Rógvi L. Svøðstein og Bárður Lydersen, sum geva Kjølin út.