Tað er eitt dótturfelag hjá alirisanum bakkafrost, sum fer at standa fyri at byggja eitt biogass verk á Skarðshjalla í Havn.
Verkið fer at kosta millum 50 og 80 milljónir krónur og skal eftir ætlan taka ímóti fyrstu mykjuni frá føroyskum bøndrum á nýggjárinum 2020 -altso um hálvannað ár.
Verkætlanin var løgd fram seinnapartin. Tað var Regin Jacobsen, stjóriá Bakkafrost, sum greiddi frá ætlanini. Á fundinum var ein avtala undirskrivað við SEV um keyp av orku og við Fjarhitafeelagið í Havn um hita.
Ein avtala var eisini undirskrivað við Sigggert Paturson, bónda og formann í Bóndafelagnum uma t veita mykju til verkið. Afturfyri mykjuna fáa bøndurnir tøð frá biogass verkinum. Tøð. sum eru avgassað.
-Hetta er til gagns fyri okkum øll. Fyrsg og fremst fer hetta at gagna grøna roknskapinum hjá okkum, umframt at hetta er eitt stig á leiðini til eitt samfelag, sum sleppir undan at brúka olju og sostatt verður munandi grønafi, segði Regin Jacobsen, stjóri










