Seinastu tvær vikurnar hav tey á Margarinfabrikkini havt barnaráðsval Fyrru vikuna kundu øll børnini, sum vóru áhugað, stilla upp til valið, og vikuna eftir bar so til hjá øllum børnunum at velja millum valevnini. Tá allar stemmirnar vóru taldar upp, skuldu so tær tríggjar genturnar og teir tríggir dreingirnir við flest stemmunum finnast. Úrslitið av valinum er at tey, ið mynda nýggja barnaráðið eru: Fía E. Hoydal, Siri í Ólavsstovu, Mona D. Poulsen, Anton S. Wich, Petur E. Christiansen og Aksel D. Kallsberg.










