Sørvingar hava fingið egið bátafelag. Felagið fer at skipa fyri ymsum tiltøkum fyri tey, sum hava hug at flóta, eins og tað skal vera bindilið millum bátaeigarar og kommunalu myndugleikarnar.
Stórur áhugi er fyri slíkum felag, sigur formaðurin, Regin Jespoersen. Á stovnandi fundinum, sum var hildin týskvøldið, vóru 21 mans og ein kvinna. Limatalið er umleið 25 í dag, og tey vænta, at tað saktans kann gerast tað dupulta, sigur hann.
Felagið fer at taka sær av áhgamálunum hjá teimum, sum eiga bátar í Sørvági. Eitt nú samskiftinum við kommununa, sigur formaðurin.
Hann sigur, at umtøðurnar í bátahylinum eru rímiliga góðar, men kundu væl verið betri, tí har er ov grunt.
Tvær stórar áir renna út í bátahylin í Sørvági,og tær bera so mikið við sær, at tað merkist, sigur formaðurin í Sørvágs Bátafelag. Tað fyrsta verður tí at fáa ávirkað kommununa til at fara undir dýping í hylinum, sigur hann.
Í aðrar mátar verður tað at skipa fyri tiltøkum av ymsum slagi, sum slík felaøg plaga at standa fyri. So sum felagstúrum og stevnum. Tó væntar formaðurin ikki, at nøkur slík stevna verður í ár.
Sørvágs Bátafelag hevur fingið innivist í kappróðrarneystinum í Sørvági. Felagið fer at halda til í miðhæddini í neystinum, sum liggur við bátahylin. Okkurt smávegis verður at innrætta og so skulu eisini wc gerast, sigur formaðurin. Tá verða hølisviðurskiftini so eisini av teimum bestu væntar hann. Køkur er frammanundan í hølunum.
Nevndin,sum vald varð á fyrsta fundinum er mannað við: Regini Jespersen, Johan Magnussen og Kára Petersen. Eykalimur er Kim Hansen.
Mynd- Ísur á bátahyli
Myndatekstur:
Tvær stórar áir renna út í bátahylin í Sørvági. Tað ger, at hann grynnist skjótt, umframt at ísur legst á hann, tá kalt er í veðrinum
Mynd: Edvard Joensen