Nýtt Búskaparráð skal fóta sær

- Skotbráið er somikið stutt, at vit neyvan klára at lýsa nakað tema í komandi búskaparfrágreiðing, ið skal vera liðug áðrenn 1. mars.

Tað sigur Thomas Dam, sum er tann einasti, ið heldur fram í Búskaparráðnum.

Nývalda Búskaparráðið hevur enn ikki havt sín fyrsta fund, og tí hevur ráðið heldur ikki skipað seg.

- Nei, tú fær meg ikki at siga, hvørt eg havi hug at halda fram sum formaður. Ráðið skal fyrst koma saman, og síðani skipa vit okkum. Tað er púra opið, hvør verður formaður og harvið kemur at mynda ráðið, sigur Thomas Dam.

Uppgávan hjá Búskaparráðnum er at fylgja við búskaparligum viðurskiftum í landinum og koma við óheftari búskaparligari ráðgeving og frágreiðingum um búskaparligu gongdina. Somuleiðis skal ráðið almannakunngera tvær konjunturfrágreiðingar um árið, 1. mars og 1. september.

- Hesaferð verður neyvan tíð til stórt meira enn konjunkturfrágreiðingina, staðfestir Thomas Dam.

Í gjár útnevndi Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, nýtt Búskaparráð fyri næstu fýra árini. Tey eru:

Thomas Dam, rakstrarstjóri á Vodafone.

Herit Albinus, handilsskúlalærari

Sverri Hansen, stjóri í Útnorðurgrunninum

Broyting í lógini fyri Búskaparráðið ber í sær, at frá 1. apríl røkir Fróðskaparsetur Føroya skrivarauppgávuna og hevur dagligu umsitingina av Búskaparráðnum. Eftir ætlan verður henda umsiting flutt frá Landsbankanum í næstum í sambandi við umskipanina av honum.