Nýtt apotek í Runavík

Nýtt apotek verður í næstum bygt í Runavík. Bygt verðurí framhaldi av heilsumiðstøðini


 

Heilsuverk

Runavík: Um stutta tíð verður farið undir at byggja fjórða apotekið í Føroyum. Tað verður bygt í Runavík og fer at kosta eina átta milliónir krónur.

Nýggja apotekið, sum talan er um at byggja, verður bygt upp í heilsumiðstøðina í Runavík. Sostat verður talan um at fáa skipað alt heilsuumhvørvið á staðnum sum eina heild, sigur Heri Mørkøre, landsapotekari.

Hann sigur, at fyrireikingrnar eru komnar heilt væl áleiðis. Tekningar eru lidnar, og aðrar fyrireikingar eisini. Kostnaðarmeting er um at vera liðug, og mett verður, at apotekið fer at kosta einar átta milliónir krónur, sigur hann. Tað verður helst lkárt at byggja um nakrar heilt fáar mánaðar.

Apotekið í Runavík verður ikki latið upp sum eitt liðugt apotek soleiðis beinanveg. Tað vil siga, at heiligvágsframleiðsla verður helst ikki beinanveg, sigur Heri Mørkøre, landsapotekari. Men bygningurin verður gjørdur soleiðis, at hann er klárur til tess, tá tann tið kemur.

Og við teirri gongd, sum er í løtuni, væntar landsapotekarin ikki, at tað verður ræittiliga leingi, til tíðin er búgvin at hava eitt rættiligt apotek í Runavík eisini.

Tjaldurs Apotekið hevur havt eina søludeild í Runavík, og tørvur er avgjørt á henni, hava royndirnar víst. Gongdin her hevur verið tann, at heiligvágurin er umbiðin av læknanum og framleiddur í Havn. Síðan er hann sendur til Runavíkar seinnapartin og heintaður har. Umframt koma so allar tær vanligu hondkeypsvørurnar, fólk brúka.

Landsapotekaarin sigur, at gongdin hevur verið, at eisini alt fleiri fólk úr norðara parti av Eysturoy hava brúkt søluna í Runavík, tí tað er skjótari at fara tann vegin, enn at fara til Havnar.

Apoteksverkið í Føroyum er alment og kann sum so ikki samanberast við eitt nú tað danska. Í Danmark eru privat apotek, sum lata heiligvág til privatfólk, meðan amtini eiga tey sonevndu sjúkrahúsapotekini, sum lata til sjúkrahúsini. Í Føroyum verður alt latið frá sama stovni. Tað ger so eisini, at føroyska apoteksverkið hevur skyldu at senda heiligvágin ókeypis hagar, hann ikki kann heintast av einum apoteki ella sølustaði. Eitt nú útoyggjarnar.

Við at hava eitt sølustað í Runavík, har fólk sjálv koma at heinta heiligvágin, hevur apotekið spart væl at portoútreiðslum, eins og fólk eisini hava fingið sín heiligvág skjótari, enn um hann varð sendur við posti.

Til dømis kann ein sjúklingur í Oyndarfirði biða um penicillin frá læknanum mánamorgun. Læknin biður um heiligvágin frá apotekinum, sum sendir hann til Runavíkar seinnapartin, har hann kann heintast við tað sama.

Skuldi apotekið hinvegin sent heiligvágin við postinum, var hann ikki í Oyndarfirði fyrr enn týsdagin.

Tað eru í løtuni trý apotek í Føroyum. Tjaldurs Apotek umframt Norðoyar- og Suðuroyar Apotek. Tey bæði apotekini í Klaksvík og á Tvøroyri er umleið líka stór, meðan Tjaldurs Apotek aftur er fimm ferðir so stórt sum tey bæði, sigur landsapotekarin.