Seinastu vikurnar hevur Lounge?in á Hotel Hafnia verið stongd vegna umvæling. Í síðstu varð latið upp av nýggjum ? og við nýggjum navnið: Nýggja Apotekið.
»Kært barn har mange navne«, sigur danska orðatakið, og millum manna hevur skeinkistaðið í niðastu hædd á Hotel Hafnia verið kallað »Einglabarrin«. Men navnið var tað heldur tunga »Hafnia Lounge«, sum nú hevur latið upp í nýggjum hami ? og nýggjum navni.
Uttan at vita tað við vissu, so kemur íblásturin uttan iva frá grannanum fyri norðran, Gamla Apoteki ? gamla Tjaldurs Apotek ? sum hýsir politisku flokkunum á tingi.
Í dag klokkan 16 letur Nýggja Apotekið upp fyri almenninginum, og tá bjóðar Hotel Hafnia til móttøku.
- Øll eru hjartaliga vælkomin at njóta okkara lekkru, nútímans umstøður, og vit bjóða sjálvandi gestum okkara okkurt søtt og gott til góman, siga tey av Hotel Hafnia.