Nýtt andaligt

Nýggj fløga er júst útkomin á føroyska marknaðin. Talan er um andaliga fløgu, sum kom út tann 1. juli. Plátan kallast "So gott at vita." Tað eru føroyskir undgómar, sum hava sungið og spælt inn á fløguna. Linda Holmberg Andreassen og Michael Andreassen hava lagt fløguna til rættis.
Á fløguni eru andaligir sangir við løttum og vælskiljandi teksti, verður sagt í tíðindaskrivi. Meginboðskapurin á fløguni er gleðiboðskapurin um Jesus.
Tað er 3'arin í SMS, sum umboðar søluna av fløguni "So gott at vita," sum er at fáa kring landið júst nú.

-hkm