Nýtt alment vesi og busskýli á Eiði

Nýggi bygningurin á Eiði er ein samanseting av almennum vesi og busskýli. Hædd er eisini tikin fyri einum møguligum kunningardiski í bygninginum.

Fyri stuttum var snotuligur bygningur bygdur uttanfyri kirkjuna á Eiði. Talan er um ein bygning, ið bæði er ætlaður til busskýli og alment vesi.
Tordur Niclasen, sum í løtuni er staddur í Grønlandi, sigur við Sosialin, at tørvur hevur leingi verið á einum nýggjum busskýli og almennum vesi, og tí er at fegnast um, at tað langt um leingi er fingið frá hondini.
Eiðisfólk hava ikki havt alment vesi áður, og tískil er talan um fyrsta almenna vesið á Eiði. Umframt vesi og busskýli, er eisini bygt eitt rúm, sum møguliga skal nýtast til ein kunningardisk í framtíðini,
Hvussu verður við busskýlinum hinumegin vegin er framvegis óvist, men líkt er til at tað verður tikið niður, nú nýtt busskýli er bygt.