ÚTISETI
Í morgin fara landsliðsspælararnir at hittast at fyrireika seg til stóru avbjóðingarnar á heimavølli, sum vera á skránni, tá ið Føroyar leygardagin fara at spæla ímóti Sveis og mikudagin í næstu viku fara at fáa vitjan av Írlandi.
Tá ið Føroyar í oktober vóru á Kypros og í Írlandi, var Claus Bech Jørgensen ímillum teir mest eyðsýndu á Kypros, har hann skoraði annað málið í 2-2 javnleikinum.
Men Claus kom ikki á vøllin eftir steðgin á Kypros, og hann var ikki á liðnum í Írlandi. Hann hevði brotið óstbeinið. Tað tók sína tíð at koma fyri seg aftur, og fyri tveimum vikum síðani varð Claus aftur lagdur undir skurð fyri at fáa alt upp á pláss.
- Talan var um heilt lítla skurðviðgerð í Onglandi. Síðani eg kom til Danmarkar havi eg vant við Humlum, sum er lítla felagið her, sum eg eri ættaður í Jyllandi, sigur Claus Bech Jørgensen úr Danmark.
Kennir tú teg væl fyri at spæla landsdystir?
- Síðsta umfarið í Onglandi var 8.mai. Tað eru meiri enn tríggjar vikur síðani, so tað ber ikki til at siga, at dystarformurin er heilt optimalur, men venjingarstøðan er góð, og síðani vit komu til Danmarkar, havi eg roynt at vant bóltførleikan og runnið. So støðan er so mikið góð, sum hon kann vera, heldur Claus Bech Jørgensen.
Claus hevur í tvey ár verið sáttmálabundin av Coventry. Landsliðsspælarin staðfestir enn eina ferð, at hesi bæði árini hava verið tey keðiligastu, síðani hann í 1999 flutti til Onglands.
- Nógvu tað fyrstu tíðina treivst eg illa. Tað var nógvur turbolensur í felagnum og kring liðið, og eg kendi tað ongantíð soleiðis, at teir, sum høvdu keypt meg, høvdu álit á mær. Tað hevði við sær, at eg ikki spældi so nógv, avrikini vóru misjøvn, og tað kendist sum ein lætti, tá ið eg í fjør varð leigaður út til Bournemouth, sum eg áður hevði spælt fyri.
Í heyst hevði Claus júst vunnið sær pláss á Coventry liðnum, tá ið skaðin á Kypros setti stoppara fyri øllum fótbólti. Fram ímóti jólum var støðan soleiðis, at Claus staðfesti, at talan undir ongum umstøðum fór at verða um at leingja samstarvið við Coventry, eftir at sáttmálaskeiðið varð runnið í summar.
Nú hevur pípan fingið annað ljóð. Bæði í Coventry og hjá føroyska landsliðsspælaranum:
- Eg havi einki ímóti at halda fram í felagnum, eftir at sáttmálaskeiðið verður liðugt. Nýggi venjarin, sum kom til felagið tíðliga í vár, hevur sýnt mær stórt álit, og tað taki eg sum undirstriking av, at hann eisini í framtíðini ætlar at geva mær møguleikan á liðnum, sigur Claus Bech Jørgensen.
Tá ið Claus Bech Jørgensen, sum í apríl fylti 29 ár, í 1999 flutti til Onglands at spæla fótbólt, fór hann úr Horsens. Sambært Horsens Folkeblad hevur felagið verið áhugað í aftur at skriva sáttmála við føroyska landsliðsspælaran, og tað sigast hava verið boð eftir honum eisini frá øðrum donskum feløgum, men Claus sigur seg vera mest áhugaðan í at halda fram í Onglandi:
- Nú havi eg verið fleiri ár í Onglandi, og mær dámar sera væl fótbóltsmentanina, sum hon er har yviri. Hjá fótbóltsspælara hevur tað alt at siga, at venjarin sýnir honum álit, og at kringumstøðurnar annars eru í lagi. Tað kenni eg, at tær hava verið, síðani vit skiftu venjara, og tá ið venjarin hevur úttikið meg til liðið hvørja ferð, so kenni eg hetta sum álitisváttan, og tí er tað nú nógv hugaligari at tingast um nýggjan sáttmála nú, enn eg kundi ímynda mær um jóltíðir, at tað fór at verða, sigur Claus Bech Jørgensen.
Sýnir Claus áhuga
Nýggjur sáttmáli er ikki undirskrivaður millum Claus Bech Jørgensen og Coventry. Men í síðstu viku var týdningarmiklasta fyritreytin fyri nýggjum sáttmála fingin upp á pláss.
Síðani eftir ársskiftið hevur Micky Adams verið venjari í Coventry. Tað hevur alla tíðina verið roknað við, at samstarvið skuldi halda fram í hvussu so er tvey ár afturat, men tað var ikki fyrrenn í síðstu viku, at sáttmálin varð undirskrivaður, og venjarin er farin undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið.
Fimm spælarar hava fingið sekkin. Fýra spælarar hava fingið at vita, at um teir hava hug til tað, so er alt í lagi, at teir sleppa burturúr sáttmálabindingini, sum teir hava við Coventry. Tíggju spælarar hava fingið tilboð um, at sáttmálaskeiðið verður longt ella um nýggjan sáttmála. Claus Bech Jørgensen telist millum hesar síðstu tíggju, og hóast undirskriftin ikki er sett á pappírið enn, so bendir nógv á, at Claus fer at halda fram í Coventry:
- Um spælararnir fáa í boði meiri í løn í øðrum felag, so skilji eg væl, at teir biðja okkum farvæl. Soleiðis eru treytirnar, sigur Coventry venjarin, Micky Adams.
- Mær hevur dámað væl í Coventry hesar seinastu mánaðirnar. Vit eru ikki lidnir at samráðast. Meðan eg verði í Føroyum rokni eg ikki við, at talan verður um stórvegis samráðingar. Tað er torført at savna seg um tveir landsdystir og sáttmálasamráðingar í senn. Tú veist ongantíð, hvat annars kann vísa seg, og sjálvandi snýr tað seg um treytir, sum báðir partar skulu verða nøgdir við. Men tað er ikki so lítið sannlíkt, at eg fari at halda fram í Coventry, sigur Claus Bech Jørgensen.
1. juli skulu spælararnir møtast í Coventry at fyrireika seg til nýggja kappingarárið.