70 ára gamla eldsálin í Havn, Birgar Johannesen, ætlar sær nú í býráðið.
Framsókn boðar í dag frá, at tey hava kosið sær Birgar Johannesen sum valevni.
Birgar Johannesen er mest kendur fyri sín alsk og sín eldhuga fyri Havnini. Í summar lat hann av sínum eintingum upp Býarsavnið, har hann savnar saman nær um allar hugsandi lutir, ið hoyra farnu Havnini til.
Hann er 70 ára gamal, føddur og uppvaksin í Havn. Hann er einkjumaður, eigur 3 børn og 10 abbabørn.
Birgar hevur í nær um ein mansaldur starvast við bókhaldi og fyrisiting.
– Sum høvuðsstaður eigur Havnin at hava ein trivnaðardepil til ung, sum ikki skal standa aftan fyri líknandi deplar, sum eru í hópatali hjá grannunum, ein slíkur depil hevði skapt trivnað, endurgevur Framsókn hann fyri at siga.
Birgar Johannesen heldur eisini, at Havnará skal latast upp, frá Sverrisgøtu – millum Eik banka og gomlu Telefonstøðina – og oman móti Tinghúsvegnum.
Umframt at starvast við Býarsavninum, so hevur Birgar Johannesen flaggingini í Tinganesi um hendi, og hvønn morgun og hvørt kvøld sæst hann í Tinganesi við fløggunum.