Nú ætlar AirBnB at byggja íbúðir

AirBnB er blivin altjóða milliardafyritøka við at vera milumlið millum leigarar og útleigarar av serliga feriuíbúðum kring allan heimin.

Nú ætlar AirBnB at fara eitt stig longri í sínum virksemi og hevur gjørt avtalu við Newgard Development Group um at byggja 324 íbúðir til í Florida, sum AirBnB skal reka.

– Hetta er bara byrjanin, og vit ætla at byggja leigubúsðtair kring alt USA, sigur Harvey Hernandez, sum er stjóri í Newgaard, við Financial Times. Felagið ætlar at byggja 2000 íbúðir saman við AirBnB komandi tvey árini.

Fyrstu íbúðarblokkarnir hjá AirBnB og Newgard skulu takast í nýtslu næsta ár.

Í løtuni hevur AirBnB tríggjar milliónir bústaðir til leigu kring stóran part av heiminum.