Tað er Havnin, sum fer við nógv tí størsta partinum av vøkstrinum.
Tað sæst, nú Hagstovan aftur hevur gjørt eitt yvirlit yvir gongdina í fólkatalinum í Føroyum.
Sum vit lósu her í gjár, er fólkatalið í Føroyum vaksið 765 fólk hetta seinasta árið. Men tað sæst eisini, at nógv tann størsti vøksturin var í Havn, har fólkatalið er vaksið 385 fólk hetta seinasta árið og tað er helvtin av øllum vøkstrinum.
Les eisini: Óvanliga stórur fólkavøkstur - og hann heldur fram
Sostatt er fólkatalið í Havn vaksið tvey prosent hetta seinasta árið og nú býr 21.031 fólk í Tórshavnar Kommunu.
Annars er fólkatalið vaksið í 18 kommunum kring landið, men í níggju kommunum er tað minkað og í tveimum kommunum er tað óbroytt.
Av teimum níggju kommununum, har fólkatalið er minkað, eru tær fýra kommunurnar í Suðuroy, tí fólkatalið er minkað rættiliga fitt í Hvalba, í Porkeri og í Hovi og í Fámjin er tað minkað tvey fólk.
Í Suðuroy er fólkatalið munandi minka í Hvalba og í Porkeri, sum minkaðu 16 fólk, hvør og í Hovi, har fólkatalið minkaði níggju fólk.
Hinvegin er hampiliga stórur vøkstur aðrastaðni í Suðuroy, serliga í Vágs Kommunu, har fólkatalið vaks 40 fólk í fjør, so nú býr 1362 fók í Vági. Tvøroyri er vaksið 22 fólk, so nú býr 1.715 fólk á Tvøroyri.
Men serliga vøksturin í Vági ger, at tilsamans er fólkatalið í Suðuroy vaksið 28 fólk hetta síðsta árið, ell 0,6 prosent, so nú býr 4.590 fólk í Suðuroy.
Annars er fólkatalið vaksið í øllum økjum í Føroyum, vøksturin er minst í Suðuroy, har hann er 0,6 prosent, annars er hann ímillum eitt og tvey prosent, og hann er mest í Havn, har fólkatalið er vaksið tvey prosent.










