Nátin seinni á veg í ár

Alt bendir á, at lítil føði hevur ført við sær, at nátin er heldur seinni á veg at verpa í ár í mun til meðalár, metir Jens-Kjeld Jensen, fuglafrøðingur i Nólsoy

Nú skuldi nátatíðin so smátt verið byrjað, men lítið hevur verið at sæð til nakran fugl enn.
Sandoyarportalurin visti fyrradagin at siga, at ein útróðrarbátur eystan fyri Sandoynna bert sá hin eina nátan, og í Nólsoy er sama skilið.
Ein bátur var á Svínoyarvík týsdagin, men hann fekk bert ein náta, og tá menn aftur løgdu til brots mikudagin, var fongurin 10 nátar. Heldur ikki úr Hvannasundi frættist um nakran náta enn. Har komu teir ikki upp á 30 fuglar mikudagin.
Jens-Kjld Jensen, fuglafrøðingur í Nólsoy, sigur, at tað sær út til, at nátin er heldur seinni á veg á ár sammett við meðal ár.
- Tá føðin er lítil, ávirkar tað verpingina hjá fuglunum eisini. Tað merkir, at nátin helst er nakrar dagar seinni á veg í ár, í mun til eitt meðal ár, sigur Jens-Kjeld Jensen.
Hann hevur gjøgnum fleiri ár kannað nátan, og verpingin í ár hevur verið nakað undir meðal.
- Verpingartalið í ár er 0,31. Tað merkir, at tað eru 0,31 reiður fyri hvønn unga, og tað er nakað undir meðal. Meðal tey seinastu árini, síðani eg byrjaði kanningarnar, er 0,38, so tað er ikki katastrofalt lágt í ár. Kortini kann sigast, at verpingartalið í fjør var 0,46, og tað er rættiliga gott, sigur Jens-Kjeld Jensen.
Við einum verpingartali í ár á 0,31 merkir tað, at ein ungi er í triðja hvørjum reiðri, meðan tað í fjør var ungi í øðrum hvørjum reiðri.
- Tað merkir, at árið í ár ikki er eitt botnár, men tað er ikki gott heldur, sigur Jens-Kjeld Jensen.

Ikki stóra ávirkan
Fuglafrøðingurin í Nólsoy sigur, at verpingartalið sveiggjar rættiliga nógv ár frá ári.
- Síðani eg byrjaði at kanna verpingartalið, hevur tað ringasta árið verið niðri á 0,19 unga fyri hvørt reiður, meðan tað besta árið vóru 0,65 ungar pr. reiður, ella næstan hálvtannað reiður fyri hvønn unga. Er verpingartalið millum 0,45 og 0,50 verður tað roknað sum eitt heilt gott ár, og tað var júst harímillum, talið var í fjør, sigur Jens-Kjeld Jensen.
Hann leggur dent á, at tølini, hann vísir til, eru savnað í Nólsoy.
- Men tað er rímiligt at ganga út frá, at tey eru nøkurlunda tey somu fyri alt landið, sigur Jens-Kjeld Jensen.
Hann heldur tó ikki, at tað hevur so ógvuliga stóra ávirkan, um talið í ár er heldur lægri enn meðal.
- Tað er sjálvandi ringt at siga, um talið av nátum, ið koma undan, er 100.000 ella 75.000, sigur Jens-Kjeld Jensen.
Viðvíkjandi føðini sigur fuglafrøðingurin, at hon sum vera man hevur stóran týdning fyri, nær fuglurin verpur.
- Við lítlari føði verpur fuglurin nakrar dagar seinni, men hóast vit kunnu siga, at havhesturin hevur vorpið heldur seinni í ár enn eitt meðal ár, og hóast vit síggja, at verpingartalið er undir meðal, so er tað framvegis høgt samanborið við onnur fuglasløg. Vit síggja jú, at tølini fyri ritu, lunda og ternu liggja næstan á 0,0, sigur Jens-Kjeld Jensen, fuglafrøðingur í Nólsoy.