Nýtið vit og skil!

Higartil hevur HM-kappingin í Týsklandi sett met, tá talan er um gul og reyð kort. Tendensurin hevur verið greiður alla tíðina, og sunnukvøldið gekk heilt galið, tá Portugal og Holland spældu. Fyrrverandi danski topp-dómarin, Kim Milton Nielsen rópar nú varskó.
 Higartil hava dómararnir valt at fylgja eini harðari linju. Tað hevur onkra tíð við sær, at vit og skil hvørva. Tað kann geva nakrar komiskar støður, og tað er ikki virðiligt, sigur Milton.