Jólaljós
Flestallir føroyingar hava frætt um jólahugnan í Æðuvík. Neyvan nakra aðrastaðnis í landinum verður so nógv gjørt burtur úr at pynta við ljósketum og øðrum til jóla, og fólk langvegis frá koma á hvørjum ári til Æðuvíkar at uppliva jólabýin.
Bjóða øllum til bygdina
Komandi sunnudag, ið er fyrsti sunnudagur í advent, verður ársins jólabýur í Æðuvík tendraður.
Tiltakið sunnudagin byrjar við, at Martin Restorff Jacobsen hevur familjuguðstænastu í Missiónshúsinum í bygdini klokkan 18.
Ein tíma seinni verður jólabýurin tendraður, og tá fer Nes Sóknar Hornorkestur at spæla, og Sæunn Ólavsdóttir Hansen heldur røðu. Somuleiðis verða gløgg og eplaskivur at fáa.










