Nú tekur Mandela seg aftur

Nú verður minni at síggja til tann 85 ára gamla Nelson Mandela

Aftan á eitt langt lív sum fremsti maður í suðurafrikanska frælsisstríðnum hevur Nelson Mandela gjørt av at taka seg aftur av altjóða pallinum. Hann segði við BBC fyrradagin, at í framtíðini verður hann ikki so nógv at síggja longur.
Nelson Mandela sat 27 ár í fongsli, og hvørt mansbarn kring heimin kennir hann sum undangongumannin í stríðnum ímóti apartheid-stýrinum í Suðurafrika. Í 1994 gjørdist hann tann fyrsti svarti suðurafrikanski leiðarin, og í 1999 gjørdi hann av at taka seg úr forsetaembætinum. Tey seinastu fimm árini hevur Mandela verið virkin í ymsum vælgerðararbeiði, eitt nú stríðnum ímóti eyðkvæmi.
Men nú ætlar hann sær at njóta tíðina saman við sínum næstu. Men hann ætlar sær ikki at tiga. Við BBC segði hann, at hann ætlar sær framvegis at gera vart við skeivleikar í heiminum, eins og hann javnan hevur gjørt tey seinastu árini.