Leygarkvøldið luttekur Kristina Bærendsen í íslendska Grand Prixnum. Talan er um seinnu innleiðandi kapping, og Kristina syngur duett saman við Páll Rósinkranz.
Hetta er eitt natúrligt næsta stig, nú Kristina Bærendsen hevur sett sær fyri at koma enn longur út við sínum tónleiki.
- Tað er nú, at tað skal verða. Eg havi aldurin, tey siga, at eg havi røddina, og eg havi hvørki sjeik ella barn, so eg havi eisini umstøðurnar at fara víðari, men tað skal verða nú, sigur Kristina Bærendsen.
Júst sum boð vórðu eftir henni úr Íslandi, hevði hon avgjørt við seg sjálva, at hon vildi gera meira við tónleikin.
- Eg skal traðka eitt sindur út úr mínum trygga umhvørvi og taka onkrar kjansir. Eg havi ikki lagt nakra neyva ætlan fyri, hvussu eg skal gera, og hvar eg skal enda, og tá ið telefonin ringdi við einari innbjóðing úr Íslandi, var tað ein góður kjansur at fáa, sigur Kristina Bærendsen.
Seks sangir eru við í kappingini leygarkvøldið, og tríggir teirra sleppa víðari til finaluna. KvF vísir íslendska Grand Prixið leygarkvøldið frá kl 19.45.