Millum tey sum hava tikið prógv sum ferðaleiðarar eru Edny Poulsen, ið mong kenna sum deyvatulk, og Sveinur Tróndarson, ið mong kenna sum tíðindamann.
Edny Poulsen og Sveinur Tróndarson vitjaðu fyrrapartssendingina "Sjóðteim" fyrrapartin, har Hilmar Jan Hansen prátaði við tey. Hilmar Jan Hansen prátaði eisini við Hildu Thomsen frá Greengate sum hevur samskipað ferðaleiðaraútbúgvingina
Edny Poulsen og Sveinur Tróndarson eru fegin um at hava fingið ferðaleiðaraútbúgvingina, og tey kenna seg betur ílætin til at vísa ferðafólkum okkara vakra land. Í samrøðuni greiddu tey eisini frá hvat tey ætla at leggja dent á sum ferðaleiðarar.
TRÝST á PÍLIN á ljóðfíluni undir MYNDINI av Edny Poulsen og Sveini Tróndarsyni, og hoyr samrøðuna við tey bæði.
TRÝST á PÍLIN á ljóðfíluni undir MYNDINI av Hildu Thomsen, og hoyr samrøðuna við Hildu Thomsen.









