Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna, hevur lagt fram uppskot til samtyktar um, at fólk skulu kunna verða upptikin í ALS beinleiðis eftir loknan lestur. Sambært uppskotinum verður hetit á landsstýrismannin í vinnumálum um at fyrireika og at leggja fyri Løgtingið lógaruppskot, ið ger tað møguligt hjá lesandi at koma í ALS eftir loknan lestur.
Í viðmerkingum til uppskotið sigur tingkvinnan, at eitt tað størsta vandamálið í okkara samfelag er tann ovurstóra fráflytingin av landinum.
Fyri at fáa tamarhald á hesum vandamáli og at fáa fólk at koma heimaftur til Føroyar er tað umráðandi, at forðingar í føroyskari lóggávu verða tiknar burtur. Eisini fólk, ið taka hægri útbúgving her heima møta forðingum í sambandi við upptøku í ALS-skipanina, um tey ikki fáa starv beint eftir loknan lestur, sigur Eyðgunn Samuelsen.
Fólk, sum eru liðug við lestur í til dømis Danmark, kunn melda seg beinleiðis inn í danska A-kassa og fáa útgoldið 646 krónur um mánaðin ella 13.907 krónur um mánaðin. Hendan møguleika hava tey ikki í Føroyum, og tí velja fleiri nýútbúgving fólk ikki at flyta heimaftur.
Uppskotið hjá Eyðgunn Samuelsen kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER