Tað hevur ikki viðrað nakað serligt higartil í nátungatíðini, og líkt er heldur ikki til, at tað verður nakað serligt nátaveður teir næstu dagarnar heldur, kanska ikki fyrr enn mikudagin ella hósdagin.
Í løtuni sigur veðurstovan hjá DMI heldur frískan vind av útsynningi, og sunnudagin verður uppaftur frískari vindur, einar 8-13 metrar um sekundið og kanska upp í 15 metrar, tá vindurin verður mestur.
Sum sunnudagurin gongur, minkar hann vindin aftur niður í einar 5-10 metrar um sekundið, og ættin verður fyri tað mesta útsynningur og kanska útsynningur vestan.
Soleiðis, sum DMI sigur um veðrið, kundi líkt verið til, at næstu góðu nátadagar ikki verða fyrr enn í fyrsta lagi mikudagin og hósdagin, tá veðurstovan sigur 2-7 metrar um sekundið báðar dagarnar, tó kanska onkra løtu mikudagin upp í einar 10 metrar um sekundið.
At síggja til, verður hósdagurin kanska hin besti dagurin teir næstu dagarnar.
Hósdagin lovar hann nevniliga vestan og útsynning, einar 2-7 metrar um sekundið, sum skuldi verið gott nátaveður - í øllum førum á leiðunum eystan fyri og norður úr oyggjunum.