Nótaskipini kunnu loysa

- Partarnir eru hampiliga væl nøgdir. Fyri nótaskipini er tað gleðiligt, at skipini nú kunnu loysa, tí lodnufiskiskapur stendur fyri framman, sigur reiðaríið í Gøtu. Tá nevndin í Føroya Reiðarafelag týsdagin kunngjørdi, at hon frásigur sær uppgávuna at samráðast við manningarfeløgini vegna limirnar, og at limunum nú stendur frítt at gera sum frægast, fóru feløgini, sum umboða ymisku skipabólkarnar í beinleiðis samráðingar við manningarfeløgini.

Felagið Nótaskip bað beinanvegin um fund við manningarfeløgini, og áðrenn fundurin, sum var í hølunum hjá Føroya Fiskimannafelag, var lokin, var semja um sáttmála fyri restina av hesum árinum.

Skulu vit nevna eitt mál hjá hvørjum parti, sum er broytt í nýggja sáttmálanum, ynsktu manningarfeløgini at fáa flogferðir goldnar, um maður hevur verið mynstraður í ein mánaða ella meiri. Hetta var áður hálvur triði mánaði.

Hetta ynskið varð gingið á møti.

Hyggja vit so at hinari síðuni, fekk Felagið Nótaskip í sáttmálan, at landingarútreiðslur skulu dragast frá óbýttum.

Avtala varð eisini gjørd um hetta.

- Nú kunnu nótaskipini so loysa. Partarnir eru hampiliga væl nøgdir. Fyri nótaskipini er tað gleðiligt, at skipini nú kunnu loysa, tí lodnufiskiskapur stendur fyri framman, sigur www.vinnan.fo á síni heimasíðu.