Nýta høvi at eftirkanna mannagongdir

Tey dømini, tit nú borðreiða við hava vit nú beint víðari til depilsleiðsluna til nærri eftirkanningar, sigur Tummas í Garði, læknastjóri, sum ikki heldur at skipanin verður bøtt við einum kjaki í fjølmiðlunum


Tummas í Garði, læknastjóri, sigur við Sosialin, at hann júst nú illa fær gjørt viðmerkingar til tey bæði málini, Sosialurin greiddi frá í blaðnum í gjár.
- Tað vit kunnu gera, og hava gjørt, er, at vit hava koyrt hasi bæði málini víðari til depisleiðsluna til nærri eftirkanningar, soleiðis at vit kunnu fáa staðfest, júst hvørjar hendingar talan er um.
- Men tað er sum at leita eftir eini nál í sátu.
- Tá so vit hava funnið fram til hendingarnar, fara vit at eftirkanna okkara mannagongdir, og um vit nú einaferð hava borið okkum rætt fram í hvørjum einstøkum máli, sigur Tummas í Garði, sum leggur dent á, at tey á ongan hátt ætla at fara í verjustøðu nú ákærurnar frá Bill Justinussen koma, men heldur nýta høvi at eftirkanna teirra mannagongdir.
Við Útvarpið mánakvøldið segði Tummas í Garði, at hann helt tað vera heilt út av lagi, at ein fólkavaldur politikkari setir fram slíkar ákærur í miðlunum, sum burdi verið ábyrgdarfullur fyri stovninum.
Við Sosialin í dag sigur Tummas í Garði, at heldur ikki at skipanin, sum nú er fyri so hørðum atfinningum, skal bøtast gjøgnum fjølmiðlarnar. Læknastjórin heldur, at Bill Justinussen átti at vent sær til tey fyrst, áðrenn hann fór í fjølmiðlarnar , tí tingið kemur ikki saman fyrr enn um tríggjar vikur, og tískil fær landsstýrismaðurin fyri avvarðandi økið, Hans Pauli Strøm, ikki svarað fyri seg í røttum stað fyrr enn tá.


Síðani Sosialurin borðreiddi við tveimum dømum um, hvussu fólk hava fingið eyðmýkjandi viðferð á Landssjúkrahúsinum, hevur depilsleiðslan roynt at funnið fram til, hvørji mál talan er um.
Í fyrra førinum, har ein 77 ára gomul kona ikki fekk neyðugu hjálpina, tá hon hevði brotið sær knæið, sigur Tummas í Garði, at tað halda seg hava funnið fram málið. Í blaðnum í morgin fer Tummas í Garði, læknastjórin, at gera viðmerkingar til, hvørjar grundir kunnu vera og hvørji viðurskifti kunnu gera, at fólk, sum í teimum báðum dømunum, føla at tey hava fingið eina ringa tænastu frá Landssjúkrahúsinum.