Herfyri helt Jón Dahl Joensen, maskinstjóri á risaskipinum Oasis of the Seas, fyrilestur um skipið í Stóra Pakkhúsi í Vági.
Nærum fullsett var í Pakkhúsinum, og tað var ikki hissini upplýsingar, ið áhoyrarafjøldin fekk um hendan risan á heimshøvunum, væl undirbygt við vøkrum myndum og sjónbandaupptøkum. Har sást stásiliga farið í sigling, og eisini sást, hvussu byggingin fór fram í Finnlandi.
Víðagitnu upptøkurnar, tá Oasis of the Seas fór undir brúnna um Stórabelt, og kanska ein metur var eftir, til skipið tók í brúnna, vóru eisini at síggja.
Stórt
Felagsnevnarin hetta kvøldið kann sameinast í einum orði: stórt.
Tá talan er um hetta skip, so er alt stórt. Skipið er ein risi og øll tøl, ið verða nevnd, eru stór, sera stór.
Skipið er 225.000 tons og er í Genesis flokkinum, ið er hin størsti av sínum slag. Tekningar eru um skip í størri flokki, men enn er onki á heimshøvunum.
Skipið er 362 metrar langt og 63,4 metrar breitt, so sjálvt stórir trolarar eru oftast ikki meira enn breiddin á skipinum. 6800 gestir kunnu vera umborð og manskapið telur 2200.
12000 plantur eru í Central Park, ið er gjørd umboð. 600.000 litrar av máling eru nýttir til skipið.
Nógv ógvuslig tøl kunnu nevnast, men lesarin skal ikki keðast við tí, men summi eru verd at nevna. 8 tons av kjøti verða nýtt um vikuna og tað sama av høsnakjøti. Og 86.000 egg verða nýtt umborð um vikuna og 175 fløskur av whiskey. 18.000 pizzaslice verða nýtt umborð um vikuna og tað standa 40 trailarar á bryggjuni við vøru, tá skipið kemur inn, eftir cruise í eina viku.
Manningin kemur úr eini 75 til 80 ymsum londum.
Meira enn alt Føroyar
Spurningar vóru eisini settur maskinstjóranum, summir av meira tøkniligum slag. Men millum annað kom fram, at skuldi ein hugsa um orku, SEV og streym, so framleiða motorarnir umborð á Oasis of the Seas 25% meira orku, enn Føroyar nýta – her er talan um kapasitetin umborð.Vatnframleiðslan umborð er dagliga 4100 tons um dagin, ið 4 vatnframleiðarar framleiða.
Skipið kostaði 9 milliardir at byggja.
Soleiðis kann stutt takast samanum tað, ið sagt varð um henda risan á heimshøvunum. Tað er reiðaríiðRoyal Caribbian, ið eigur skipið.
Tá skipið varð doypt var eitt stórt hátíðarhald, har tær 7 gummurnar allar vóu kendar stjørnur.
Áhugi
Áhugin er stórur í Føroyum at hoyra um stóra skipið, og møguliga verða aðrir fyrilestrar.