Matt. 25,14-30 fortelur Jesus eitt líknilsi um talentir:
Húsbóndin gav húskallunum nakrar talentir í part, hvørjum eftir sínum førimuni. Ein fekk 5 talentir, ein annar fekk 3, og ein fekk 1 talent. Tann, ið hevði fingið 5 talentir, fór og handlaði við teimum og vann aðrar fimm, ímeðan tann, sum hevði fingið eina talent, fjaldi hana í jørðina. Tá húsbóndin kom heim, var hann glaður um teir, sum høvdu nýtt teirra talentir og vunnið aðrar. Húsbóndin var óður við tann, sum hevði fjalt sína talent.
Gud hevur givið okkum øllum talentir, summi fleiri og summi fáar. Gud ynskir, sum víst verður til í líknilsinum, at vit skulu nýta okkara talentir.
Vit hoyra oftani fólk siga:
- Eg dugi einki og kann ikki brúkast til nakað. Men í Bíbliuni lesa vit, at øll eru vit serstakliga týdningarmikil. Øll hava vit í minsta lagi eina talent, sum vit kunnu æra okkara Faðir við. Onkur hevur fingið evnir til at tala, onnur til at syngja, ítrótt, handaligt arbeiði og so framvegis.
Gud ynskir, at vit brúka tey evni (talent), sum hann hevur givið okkum. Vit kenna ofta, at okkara arbeiði er gjørt til einkis, og at eingin hevur fingið gleði av tí, men tá er tað, at Gud kann leggja signing til. Um vit eru lýðin og líta á hann og stíga út á hansara lyfti, so hevur hann lovað okkum, at hann vil hjálpa og leggja tað afturat, sum skal til fyri at ”vinna aðrar talentir”.
Sum sunnudagsskúlasangurin sigur:
»Eg kann ikki tað, tú kann
tú kann ikki tað, eg kann
men Gud hevur gerning, sum hóskar til tín
og ein annan, sum hóskar til mín
Tað, eg dugi til, vil eg gera væl
og tað, eg ikki kann, vil ein annar fegin gera..«
Tað er sera týdningarmikið, at vit gerast greið yvir okkara talentir og nýta tær! Vit eru fleiri limir sum skulu virka saman í einum likami.
Gud ynskir at brúka teg í sínum víngarði. Tú ert týdningarmikil fyri honum!