Planet.fo hevur kannað netið fyri bestu ummælunum av filmum, so tú sleppur at blaka teg í sofuna og hyggja at bestu filmunum. Ert tú til thrillarar, er ein møguleiki >>Aileen: Life and Death of a Serial Killer<<, ið kom út í 2003. Filmurin snýr seg um veruliga seriumordaran, Aileen Wuornos, úr Florida, ið fekk 5 deyðadómir fyri drápið á 7 monnum í 2002.
Filmurin fær 4 stjørnur frá bæði TotalFilm og Amazon.
Í action/adventure sjangruni fær filmurin >>Badlands<< heilar 5 stjørnur. Eisini er snýr søgan seg um eitt seriumordarapar, ið seinni er inspiratión til tíðarleysu søguna, >>National Born Killers<<. Parið verður spælt av Martin Sheen og Sissy Spacek.
Filmurin fær 4,5 stjørnu frá Amazon.
Skemtifilmurin >>Knocked Up<< við Katherine Heigl (Grey?s Anatomy) og Paul Rudd fær 4 stjørnur frá TotalFilm. Filmurin lýsir á skemtiligan hátt, hvussu hesu bæði gerast upp á vegin aftan á eitt ?eingangsknall?.
Filmurin fær somuleiðis 4 stjørnur frá Amazon.
>>Casablanca<< - filmurin, ið hevur alt: Kærleika, politikk, drama, skemt og so framvegis. Filmurin er frá 1942 og gongur fyri undir 2. Heimsbardaga í Casablanca, Marokko. Filmurin snýr seg í høvuðsheitum um stríðið millum kærleika og moral. Rick Blaine (Humphrey Bogart) noyðist at velja ímillum sína elskaðu Ilsu Lund (Ingrid Bergman) og trongdina at hjálpa mann hennara í neyð.
>>Casablanca<< fær 5 stjørnur frá TotalFilm og 4,5 frá Amazon.










