Í útgávuni av vísindatíðarritinum Ocean Engineering, sum kom út hósdagin tann 15. september, er grein við heitinum ”Flow through fish farming sea cages: ”Comparing computational fluid dynamics simulations with scaled and full-scale experimental data”, sum Heini Winthereig Rasmussen hevur skrivað saman við Øystein Patursson og Knud Simonsen, ið allir starvast á Fiskaaling.
- Greinin lýsir úrslit frá teldusimuleringum av rákinum í og millum aliringarnar á Gulanum, sum verða samanborin við streymmátingar, ið eru framdar á hesum sama alibrúkinum. Higartil hava slíkar teldusimuleringar, nevndar CFD-simuleringar, bert verið samanbornar við mátiúrslit, sum eru fingin til vega í royndarbrunnum ella smáum royndaralibrúkum við ongum fiski í.
Á Fiskaaling vita tey at siga, at hetta er fyrstu ferð - teimum kunnugt - at teldarsimuleringar framdar av ráki ígjøgnum eitt vinnuligt alibrúk í fullari stødd.
- Teldusimuleringar er eitt nógv brúkt amboð í ráðgevingarvinnuni til at sniðgeva útgerðina, til at gera metingar av liviumstøðunum hjá fiskinum, ið skal verða best møguligur fyri at geva optimala úrtøku - og til at gera metingar av, hvussu eitt alibrúk ávirkar umhvørvið á staðnum.
Lagt verður aftrat, at so hvørt alibrúkini veksa í stødd, økist tørvurin á álítandi simuleringsamboðum at brúka í fyrireikingunum, driftini og í eftiransingini. Tískil gerst tað enn meira átroðkandi, at betur vissa fæst fyri neyvleikanum hjá hesum amboðum.
- Nótin og onnur útgerð bremsar rákinum gjøgnum ein aliring, soleiðis at ávirkanin á næstu ringarnar verður tilsvarandi minni. Hvussu nógv ein aliringur við nót bremsar rákinum, er partvís kent frá eldri gransking.
Í greinini í Ocean Engineering verður víst á, at neyðugt er at rokna fiskin við í slíkum metingum, tí hann kann standa fyri upp til 50% av bremsanini av rákinum. Simuleringar eru gjørdar fyri ein einstakan aliring, alibrúk við fimm aliringum í einari røð, og síðani við 10 aliringum í tveimum røðum líknandi alibrúkinum á Gulanum.
- Greinin er úrslit av verkætlan, sum er fíggjað av Granskingarráðinum og Fiskaaling, og kann lesast umvegis leinkjuna -
http://www.sciencedirect.com/science/article/pii/S0029801816302761 siga tey á Fiskaaling.