- Jú, siga samskipararnir av einum serstøkum Teleios-skeiði - hjúnini Elsa og Tummas í Garði - sum verður hildið í missiónshúsinum í Sørvági seinast í oktober mánaði.
Teleios er navnið á eini skeiðsrøð, sum byggir á eina samanrenning av nútíðar samskiftissálarfrøði og teirri kristnu lívshugsjónini. Skeiðið miðar eftir at geva luttakarunum eina betri fatan av teimum viðurskiftum, sum ávirka samskifti teirra við onnur.
Endamálið við skeiðnum er tí at læra luttakararnar, hvussu ein lurtar eftir og hjálpir øðrum uttan sjálvur at gerast útbrendur. Dentur verður eisini lagdur á at uppliva sunnar relasjónir við familju, vinir, starvsfelagar og samkomur.
Kostnaðurin fyri hetta vikuskiftisskeiðið, sum verður 21. til 23. oktober, er 700 kr. Tekning fer fram hjá stigtakarunum.