Hóskvøldið í farnu viku var fyrsti partur í sendirøðini Gud signi Føroyar sendur í Kringvarpinum. Í fyrstu sendingini varð vitjað í Kelduni í Skálabotni, sum er ein tann størsta frísamkoman í Føroyum. Eisini var tosað við ein man, sum einaferð var ungdómsleiðari í Kelduni, men sum tók seg úr samkomuni, tí hann var samkyndur.
Fyrsti partur av sendirøðini hevur fingið nógva umrøðu í almenna rúminum, men ongin viðmerking er komin frá leiðsluni í Kelduni fyrr enn nú. Í dag hevur Pauli Høj, samkomuleiðari í Kelduni, viðmerkt sendingina í langari frágreiðing á heimasíðuni keldan.fo.
–Eftir at vit mettu okkum at hava fingið nøktandi upplýsingar um endamál og innihald í hesum sendingum, góvu vit teimum loyvi at taka upp, og upptøkurnar og samrøðurnar vóru lidnar 24. apríl - stutt aftaná páskastevnuna. Í hesi tilgongd umrøddi programleiðarin ongantíð, at ætlanin var at draga viðkvom persónsmál inn í sendingina. Í dag siti eg við tí kenslu, at programleiðarin, hóast vit vóru púra opin yvirfyri honum og ikki krógvaðu nakað, ikki hevur sagt okkum allan sannleikan viðvíkjandi, hvussu sendingin skuldi uppsetast, ella at hann hevur broytt dagsskránna, aftaná upptøkurnar í Kelduni vórðu gjørdar, sigur Pauli Høj.
– Aftaná upptøkurnar fingu vit at vita, at sendingin skuldi sýnast í Kringvarpinum einaferð á heysti 2017. Vit hoyrdu ikki nakað meira aftaná tað. So í fyrru helvt av januar í ár bleiv eg uppringdur og biðin um at gera eina viðmerking, um tað er rúm fyri samkyndum í Kelduni við nøkrum uppfylgjandi spurningum. Um ta tíðina, sum upptøkurnar fóru fram, og vit tosaðu um innihaldið av sendingini, fekk eg ta týðiligu fatan, at sendingin ikki skuldi snúgva seg um samkynd, tí tað evnið var so nógv frammi um hetta mundið. Av tí sama bleiv eg ógvuliga bilsin, tá ið programleiðarin ringdi til mín fyri at fáa viðmerking um júst hetta. Eftir at hava hugsað meg um saman við leiðsluni, gjørdi eg av ikki at gera nakra viðmerking, tí hetta var eitt persónsmál. Fyri tað fyrsta havi eg sum samkomuleiðari tagnarskyldu. Fyri tað næsta so vilja vit verja tey avvarðandi, sum eru ein dagligur partur av samkomuni. Vit vístu á, at hetta fór at flyta fokusið við sendingini, og ynsktu helst ikki, at sendingin bleiv sýnd. Men nú var ov seint, leggur hann afturat.
– Út frá hesum kenni eg meg villleiddan. Tí, tá ein hyggur at sendingini, so er tað lætt at fáa ta fatan, at fleiri av okkara útsagnum úr Kelduni eru beinleiðis ætlaðir eftir hinum persóninum, sum verður umrøddur í sendingini. Sum áður sagt, so vóru okkara upptøkur lidnar í apríl í 2017, og tað sær út til, at restin av upptøkunum er tiknar langt aftaná. Tí er long tíð gingin millum upptøkurnar í Kelduni og hinar upptøkurnar. Hvussu programleiðarin valdi at klippa myndirnar og samrøðurnar úr Kelduni saman í mun til hin persónin í sendingini, hava vit onga ávirkan havt á. Vit hava boðað programleiðarunum og kringvarpsleiðsluni frá, at vit kenna okkum villleidd í mun til, hvussu sendingin er sett saman og ta mynd, sum verður víst úteftir móti ávísum bólkum í samfelagnum, staðfestir samkomuleiðarin.
– Eg haldi, at tað vóru fleiri góð innsløg í sendingini. Nógv var gott. Men persónsmálið, sum programleiðarin ongantíð umrøddi fyri okkum, var júst tað, sum fylti ein rættiliga stóran part av sendingini, sigur hann framhaldandi.
–Teir tættir av samkomulívinum, sum vit meta eru mest upplýsandi í mun til endamálið við sendingini, soleiðis sum tað var forklárað okkum, vórðu niðurraðfestir. Vit uppliva, at sendingin í ein ávísan mun legði ov stóran dent á, hvat Keldan heldur um pengar, samkynd og himmal og helviti. Tað vanliga er, at vit einaferð um mánaðin hava innsavnan. Tá tosa vit í uml. 5-10 minuttir um týdningin av at sáa inn í Guds ríki. Vit leggja dent á, at gávurnar eru sjálvbodnar. Bíblian tosar um, at himmal og helviti eru ein veruleiki, tí hoyrist tað eisini viðhvørt. At geva hyggjaranum eina fatan av, at vit brúka nógva orku uppá henda partin, er heilt einfalt at geva hyggjaranum eina skeiva mynd av okkara boðan, sigur Pauli Høj.
–Tað er heilt avgjørt í lagi at koma við kritikki til samkomur og kirkjur. Kritikkur mótvegis okkara samkomu er ikki nakað nýtt. Kritikkurin eigur at vera sakligur. Tá ið vit uppliva, at tað ikki verður spælt við opnum kortum, so vilja vit sum leiðarar fyri eina samkomu blíva ótrygg, og tí fær tað okkum at halda okkum aftur, sigur hann eisini.
–Møguliga var eg ov góðtrúgvin, tá ið eg játtaði at geva KVF loyvi at gera hesa sending. Eg vil tó siga, at tað er einki, sum kom fram í sendingini, ið vit í Kelduni ikki kunnu standa inn fyri. Ein slík sending kann tó gera okkum sárbar. Her hugsi eg um ósamsvarið millum kunningina, sum vit fingu, viðvíkjandi hvussu sendingin skuldi síggja út, og tað, sum kom fram í sendingini. Hetta harmist eg um, og tað vil eg biðja samkomuna og øll tey mongu kring landið, sum eru góð við Kelduna, um umbering fyri, sigur Pauli Høj.
Les alla frágreiðingina hjá Paula Høj, samkomuleiðara í Kelduni her










