Um 10 dagar fáa føroyingar vitjan av danska krúnprinsaparinum. Vitjanin hevur eina umfatandi skrá, har krúnprinsaparið millum annað fær høvi at uppliva stórfingnu náttúruna, serstøku mentanina og føroyskan mat.
Krúnprinsaparið og teirra fýra børn fara at vitja í Tórshavnar kommunu, Klaksvíkar kommunu, Runavíkar kommunu, Sunda kommunu og Fugloyar kommunu, tá ið tey koma á almenna vitjan í august.
- Vitjanin hevur eina umfatandi skrá, har krúnprinsaparið millum annað fær høvi at uppliva stórfingnu náttúruna, serstøku mentanina og føroyskan mat. Í løtuni verður arbeitt við at leggja seinastu hond á skránna, skrivar heimasíðan hjá Løgmansskrivstovuni.
Hansara kongaliga tign krúnprinsur og hennara kongaliga tign krúnprinsessa og børn teirra vitja oyggjarnar tann 23.-26. august 2018 - tað vil siga, at tey koma til Føroya hósdagin í komandi viku.