Aftur í ár sær ein Popplist útgáva dagsins ljós. Eitt ár er liðið síðan Popplist 8, og tað, sum er hent síðani, er ikki lítið áhugavert, siga tey í Tutli og Trýaranum, sum geva fløguna út Og tað er akkurát endamálið ? at geva okkum ein tvørskurð av, hvat fer fram í føroyska tónlistaheiminum í hesum døgum.
Á fløguni eru garvaðir tónleikarar og nýggir spírar og tað er so nógv hent, at útgevararnir siga, at tað var ein luksus-trupuleiki at seta fløguna saman í ár.
- Men vit eru so komin á mál við einari av bestu Popplist útgávunum higartil, halda útgevararnir.
Eitt, sum sermerkir útgávuna í ár, er, at átta av teimum 20 løgunum, hava ikki verið útgivin áður.
Talan er bæði um eldri løg, sum eru sungin av nýggjum, men talan er eisini um nýggj løg. Og á fløguni eru eisini sermerkt løg, stuttlig løg og gudilig løg
Fløgan kemur út 1. desember.










