Landsstýrismaðurin í vinnumálum heldur, at tunlarnir í Norðoyggjum eru teir næstu, sum eiga at verða gjørdir Stendur tað til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum, verður tað tveir tunlar í Norðoyggjum, sum eiga at verða raðfestir fremst av øllum tunlunum, sum annars eru á skránni.
Tað boðaði hann frá nú í vikuni.
Tað var Karsten Hansen, løgtingsmaður, sum vildi hava at vita, hvussu gongur við fyrireikingunum til tunnilin ímillum Klaksvík, Árnafjørð og Norðdepil og við tunlinum úr Hvannasundi til Viðareiði.
Bjarni Djurholm sigur, at í næstu tingsetu er ætlanin at leggja uppskot fyri Løgtingið um tunnil úr Klaksvík, norður um fjall.
Hvat viðvíkur tunli til Viðareiðis, eru kanningar eftir at gera, so tað fekk hann ikki sagt so nógv um enn.
Bjarni Djuholm sigur, at hann kundi hugsa sær, at raðfestingin verður so, at tá ið tunnilin norður um fjall er liðugur, eigur at verða farið undir tunnil til Viðareiðis beinanvegin.
Kortini legði hann afturat, at nógvir tunlar eru á skránni og at tað liggur til Løgtingið at raðfesta, í hvørjari raðfylgju, teir skulu gerast, tí enn er ongin politisk viðgerð verið av spurninginum um, í hvørjari raðfylgju, tunlarnir skulu gerast.