Sandoyarstevnan, sum er á Sandi nú um vikuskiftið, 8.-10. juni, skiftir millum kommunurnar í Sandoynni. Hetta merkir, at tað ganga fýra ár, áðrenn stevnan verður aftur á Sandi.
Og fýra ár er líka sum eitt ”magiskt” tal, tá hugsað verður um sambandið og farleiðina hjá sandoyingum við meginøkið.
- Boringin av Eysturoyartunlinum er nú komin í helvt og gongst, sum ætlað og væntað, verður seinasta skotið í Eysturoyartunlinum latið av tíðliga næsta summar.
Tað er Ungmannafelagið Virkið, sum skipar fyri Sandoyarstevnu og í blaði, tey hava borið í hvørt hús í oynni, vísa tey á, at fyrireikingar av inntøkum til Sandoyartunnilin á Gomlurætt og Traðardali eru byrjaðar.
- Alt hetta merkir, at tá Sandoyarstevna verður aftur á Sandi – um fýra ár – verður fasta samband millum Sandoynna og meginøkið ein veruleiki.
Eftir øllum sólarmerkjum at døma verður hetta hin seinasta Sandoyarstevnan á Sandi, har sandoyggjafólk og gestir annars noyðast at taka sjóvegis farleiðina fyri at koma um Skopunarfjørð.
- Tað er óneyðugt at siga, at hetta verður størsta frambrot innan samferðslu hjá sandoyingum yvirhøvur, verður sagt í blaðnum, sum er borið í hvørt hús í Sandoynni.