Suðurkoreanski verjumálaráðharrin, Kim Kwan-jin, ávarar nú Norðurkorea ímóti at leypa áaftur. Næstu ferð fer Suðurkorea at verja seg, og tað verður gjørt við mótálopi, sigur hann.
-Vit fara ikki at drála næstu ferð, men fara at svara aftur við álopum úr luftini, sigur ráðharrin og leggur afturat, at suðurkoreanska flogvápnið er ført fyri at fremja oyðileggjandi álop norðan fyri markið landanna millum.
Hernaðarserfrøðingar siga, at Norðurkorea hevur umleið tvær ferðir so nógv stríðsflogfør sum Suðurkorea, men at talan er yvirhøvur um eldri kinesisk og russisk flogfør. Suðurkoreanska flogvápnið er hinvegin útgjørt við teimum nýggjastu amerikonsku stríðsflogførunum.
Myndin er tann sama, tá tað snúr seg um herin. Tann norðurkoreanski er størri, men tann suðurkoreanski er munandi betur útgjørdur.