Næststørsti trolarin í heiminum, Margiris, fór fyrradagin av Fuglafirði, har skipið fekk nýtt trol frá Vónini.
Vónin sigur, at Margiris skuldi hava eitt nýtt 2304 trol, ið bæði er egnað til svartkjafta- og makrelveiðu, og fyri at kunna fiska eftir báðum fiskasløgunum hevur trolarin valt hetta trolið.
Margiris, sum er fabrikstrolari, er 142 metrar til longdar og 18 metrar úr borði í borð.
Skipið hevur havn í Klaipeda í Litava, og tað er JSC Atlantic High Seas Fishing Co, ið eigur skipið.











