Næstseinasta undanumfar av Ársins Songrødd verður í Havnini

Leygarkvøldið verður Eclipse karmur um næstseinasta undanumfar av songrøddini. Hetta er sostatt fyrstu ferð í nøkur ár, at havnaborgarar sleppa at royna seg Ein fyribils loysn er funnin, og tískil verður næstseinasta undanumfarið av Ársins Songrødd í Havnini leygarkvøldið.

 

Tað verður hesaferð Eclipse, ið verður karmur um songrøddina.

 

Eclipse má sigast at verða størsta diskotekið í Føroyum, og leygarkvøldið komandi fara luttakararnir í Ársins Songrødd at trína á ein sergjørdan pall, ið eisini fer at hýsa mótaframsýningini av undirklæðum frá Trilluni.