Nú stríðist hon fyri sínum politiska lívi

Eftir fáum døgum hevur Barrack Obama fingið Hillary Clinton aftur og lagt hana langt aftur um seg í New Hampshire, har val verður í morgin

Í mánaðir hava eygleiðarar verið á einum máli um, at Hillary Clinton fór at vinna uppstillingarvalið í New Hampshire, men nú valdagurin er komin, er vent í holuni. Hillary hevur mist stevið og fótafestið og er dottin niður um avbjóðaran Barrack Obama.

 

Uppatillingarvalið í New Hampshire verður í morgin, og nú eru allar meiningakanningar samdar um, at Barrack Obama fer at vinna ein greiðan sigur hjá demokratunum. Ein kanning hjá CNN í gjárkvøldið segði, at Obama fær 39 prosent av teimum demokratisku atkvøðunum og Hillary Clinton 29 prosent. Í einari kanning hjá blaðnum USA Today er munurin uppaftur størri. Her fær Obama 41 prosent og Hillary Clinton 28 prosent.

 

Hjá republikanarunum liggur John McCain á odda í New Hampshire. Kanningarnar siga, at hann fær umleið 32 prosent av teimum republikonsku atkvøðunum, og at Mitt Romney fær 26 prosent. Mike Huckabee, sum vann í Iowa í síðstu viku, fær væntandi umleið 14 prosent í New Hampshire.

 

 

Spennandi

 

Valevnini gjørdu ta seinastu royndina í New Hampshire í einum stórum orðaskifti í býnum Manchester leygarkvøldið. Tað var týðiligt, at Hillary Clinton var farin í álopsstøðu, og at tað var Barrack Obama, sum stóð fyri skotum hennara. Millum annað legði hon hann undir at hava broytt hugsan á fleiri økjum so sum spurninginum um sjúkratrygging.

 

-Í veruleikanum kann Obama kjakast við seg sjálvan um tey ymsu málini, segði Hillary Clinton. Barrack Obama svaraði, at hon visti betur, og at hon royndi at snara tí, sum hann hevði sagt.

 

Hjá republikanarunum var tað serliga Mitt Romney, sum var álopssinnaður. Hann tapti í Iowa, og eygleiðarar siga, at tapir hann eisini í morgin, hevur hann lítlan møguleika at halda fram.

 

Harafturímóti kann John McCain, senatorur í Arizona, styrkja sína støðu munandi, um hann vinnur í New Hampshire, soleiðis sum kanningarnar benda á. Fyrrverandi borgarstjórin í New York, Rudolph Giuliani, var við í orðaskiftinum í Manchester, men hann spældi aðru fiól.

 

Politiskir eygleiðarar í USA siga, at uppstillingarvalini í ár verða kanska so spennandi sum ongantíð fyrr.