Næsti stormurin er á veg

Eitt veikt brúgvalag nærkast Føroyum av útsynningi og fer væntandi framvið okkum sum dagurin líður. Síðani koma fleiri lágtrýst og tilhoyrandi brúgvaløg móti Føroyum av útsynningi. Hetta førir við sær vind av lágætt og brúgvaløgini fara framvið við regni og lýggjari veðri um vikuskiftið. Í næstu viku verður framvegiðs óstøðugt veður við lágtrýstum og brúgvaløgum, sum nærkast av útsynningi.

 

Í dag

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, sum út á dagin makar í gul til stívt andøvsgul. Regn í støðum, men út á dagin klárar í, tó okkurt æl framvegis. Hitin millum 5 og 8 stig. Í kvøld og í nátt makar hann vindin í lot til andøvsgul av útsynningi, 2 til 7 m/s. Sum frá líður turt og hann klárar í. Hitin millum 0 og 5 stig.

 

Í morgin

Gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s, um náttina øtlar hann í andøvsgul upp í strúk í vindi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Turt og sólglottar, men um náttina dregur samanum, men framvegis turt. Hitin millum 4 og 7 stig.

 

Fríggjadagin

Hann øtlar vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s. Framvegis turt, kanska sólglottar, men um náttina skýggjað og móti morgni fer at regna vestanfyri. Hitin millum 4 og 8 stig.

 

Leygardagin

Hann makar vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av suðri og landsynningi, 8 til 13 m/s. Eitt skifti slær hann yvir í útsynning, men um náttina øtlar hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri. Skýggjað og regn, um kvøldið klárar í og sum frá líður yvirhøvur turt. Hitin millum 4 og 9 stig.

 

Sunnudagin

Hann øtlar vindin í hvassan vind upp í storm av landsynningi, 15 til 23 m/s, í hvirlunum upp í hvassan storm, um 27 m/s. Um náttina makar hann vindin í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10n m/s og snarar í ein útsynning og seinni sunnan. Sum frá líður yvirhøvur skýggjað og út á dagin regn, um náttina klárar í og sum frá líður turt. Mest skýggjað og stundum regn. Hitin millum 4 og 7 stig, um náttina millum 0 og 3 stig.

 

Mánadagin

Gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk í vindi, 13 m/s. Seinni fer hann í ein landsynning. Samdrigið og yvirhøvur turt. Hitin um dagin millum 2 og 6 stig, um náttina millum 0 og 5 stig.