Kringvarpsstýrið fer at halda fund um støðuna, nú stjórin hevur sagt upp Rúni Heinesen, formaður, hevur boðsent limunum í kringvarpsstýrinum á fund 4. januar at viðgera støðuna, nú Jógvan Jespersen, kringvarpsstjóri, hevur sagt seg úr starvinum.
Rúni Heinesen sigur við Kringvarpið, at málið um tann næsta stjóran skal eisini umrøðast, og sum skilst er tað rættiliga sannlíkt, at tann næsti stjórin verður settur fyri eitt ávíst áramál.
-Starvið er krevjandi og aðrastaðni er vanligt, at slík størv eru tíðaravmarkað, sigur Rúni Heinesen.
Jógvan Jespersen hevur verið stjóri í Útvarpinum og seinni Kringvarpinum í næstan 18 ár.