Eftir dystirnar í Formuladeildini í dag, er landsliðshópurin til dystin í móti Georgia mikudagin nakað broyttur. Bergur Midjord hevur givið avboð vegna skaða, og í hansara stað er komin Bárður Olsen.
Hetta er næsti EB/Streymaleikarin, sum fær landsliðsboð. Hin er Hans Pauli Samuelsen, og saman eru teir báðir fyrstu EB/Streymarnir á landsliðnum nakrantíð.
Bergur Midjord fór av vøllinum leygardagin við skaða, og tí hevur hann givið avboð.