Næsti bólkur á G!

Tey, sum standa aftanfyri G! siga, at hesin ovfarakáti fimm-mannabólkur fer at lýsa pallin upp við rivjabeins-kitlandi gomlum sangum, sum tikið verður til. Næsti bólkurin á skránni hjá G! í summar er nú kunngjørdur. Tað verður americana/ countrybólkurin The Tennesee Mafia Jug Band, sum spæla stuttligan og lívligan countrytónleik av tí heilt gamla slagnum.

Teir eru allir snillingar á ljóðførum sínum og spæla vanliga saman við mongum av kendastu countrystjørnunum.

Teir fimm fýrarnir, sum mynda bólkin, koma úr Goodletsville í Tennessee.

Tey, sum standa aftanfyri G! siga, at hesin ovfarakáti fimm-mannabólkur fer at lýsa pallin upp við rivjabeins-kitlandi gomlum sangum.

- The Tennessee Mafia Jug Band kenna ikki bert tónleikin. Teir hava eisini klæðini, hálvvánaligu skemtisøgurnar og framføra enntá dett-á-reyvina skemt, siga tey, sum standa aftanfyri G!