Hanus Samró, formaður í Ungmannafelagnum hjá Fólkaflokkinum, hevur ikki undirtøku í síni egnu nevnd, tá ið hann á landsfundinum hjá flokkinum leygardagin, kunngjørdi, at Fólkaflokkurin eigur at ganga á odda við fríari fosturtøku. - Tað er tann borgarliga hugsjónin, sum vit eiga at umboða, segði hann.
Men tað skal vera máti við at vera frælslyntur - eisini hjá fólkafloksungdómi.
Tí nú er greitt, at tað eru ikki øll í hansara egna nevnd, sum eru er samd í hesum umstrídda sjónarmiði hjá tí unga fólkafloksformanninum.
Í almennum brævi tekur Hans Norðfoss, næstformaður í felagnum, nú frástøðu frá útsøgnini hjá sínum egna formanni.
- Eg fari ongantið at góðtaka fría fosturtøku, staðfestir Hans Norðfoss.
Í mínum hugaheimi er barnsins rættur til lív, ikki til diskutión, leggur hann afturat.
Hann sigur, at hann kennir ikki sjónarmiðið hjá formanninum í Huxa aftur í felagnum
- Eg vil sláa fast, at felagið hevur ongantið tikið nakra støðu til spurningin um fría fosturtøku, sigur næstformaðurin.
Hann sigur, at spurningurin hevur ongantíð verið til viðgerðar í Huxa, sum ungmannafelagið hjá Fólkaflokkinum eitur, og felagið hevur av tí sama onga formliga niðurstøðu í málinum.
Hans Norðfoss ger eisini greitt, at so leingi hann situr í felagnum, ella hevur nakað við politikk Fólkaflokksins at gera, fer hann altíð at stríðast ímóti fríari fosturtøku.