Nú stendur nógv á

B36 skal royna at endurvinna oddasessin, meðan vágbingar fegnir vilja gerast partur av oddastríðnum

Fyri fyrstu ferð í ár eru B36 leikararnir ikki á odda í landskappingini, tá teir sunnudagin fara á vøllin suðuri í Vági.


Neyðugt við hvíld

Við sigrinum á Sumba fóru grannarnir úr HB nevnliga upp á ovastu rók, men við sigri í dag, kann B36 vinna hendan sessin aftur.

Uttan iva verður talan um ein strævnan dyst hjá havnarmonnunum sunnudagin, og tí verður saknurin kanska serliga stórur í teimum leikarum, sum ikki eru tøkir sunnudagin.

Talan er nevnliga um Mikkjal Thomassen og Bjarna Prior, sum báðir eru leikarar, sum vanliga ganga á odda, tá ein sigur skal stríðast til høldar. Bjarni er framvegis plágaður av skaða í lærkrikanum, meðan Mikkjal í longri tíð hevur spælt hóast pínu í hælsinuni.

B36 venjarin, Pelle Andersson, heldur tó, at tað í longdini man loysa seg best, at lata teir báðar hvíla seg nú, so teir fáa stundir at koma rættuliga fyri seg. ? Eg vil heldur, at ein leikari fær hvíld í ein dyst, og vera førur fyri at spæla tíggju, enn at tað øvugta ger seg galdandi, sigur Pelle Andersson at enda.

Vónar nógvar áskoðarar

B36 er tó ikki einasta liðið, sum ætlar sær at vinna í Vági sunnudagin. Krzystof Popzynzki sigur við Sosialin, at teir á heimaliðnum so sanniliga eisini ætla sær trý stig sunnudagin.

- Vinna vit dystin, eru vit við heilt frammi í oddinum, meðan eitt tap viðførir, at vit eru seks stig aftan fyri B36, sigur leikandi venjarin.

Harumframt vísir hann á, at ein sigur eisini vil hava við sær, at hugurin at venja í summarsteðginum helst verður rættuliga góður, at hetta kann koma teimum til góðar í seinnu kappingarhálvu, um so er.

VB venjarin, sum noyðist at verða leikbannaða Janus Kjærbo fyri uttan sunnudagin, vónar annars, at nógvir áskoðarar leita sær vestur á Eiðið sunnudagin. ? Tá vit spældu móti GÍ fingu vit stóra hjálp frá áskoðarunum, og nú talan verður um oddadyst, vóni eg, at stuðulin frá bygdarfólkinum verður eins dyggur, sigur VB venjarin at enda.


Ellivu ár eru liðin, síðani seinasta heimasigurin hjá VB móti B36. Síðani tapið í 1989 hevur tað sostatt eydnast B36 at fáa stig burtur úr øllum vitjanum sínum á Eiðinum.ngurólvi undan fyrsta FM róðrinum, men ta ferðina kiksaðu havnargenturnar.

Í kappingini millum 6-mannafør við monnum verður talan um innahýsis kapping í Sundalagnum. Hvessingur vann í Klaksvík, men hann fekk sera stóra mótstøðu frá Hósvíkingi, og eisini kollfirðingur vísti, at hann var væl við. Hesir tríggir bátarnir fara at liggja í miðjuni, tá startskotið í dag gongur av.

Vágagentur vóru nógv tær stinnastu í Klaksvík. Aftur í dag luttaka seytjan gentubátar. Frúgvin úr Miðvági liggur í miðjuni. Undir aðrar liðini fer hon at hava Beintu úr Miðvági, og undir hinari liðini fer Ørnin úr Sandavági at liggja.

Nýggja Tjaldrið vann sera sannførandi dreingjaróðurin í Klaksvík. Sum vit nevndu omanfyri, so hava onkrir av manningini verið eitt sindur sjúkir í hesi vikuni, men teir vera ivaleyst stinnir í dag, tá teir fara at gera eina nýggja roynd at verja heiðurin hjá róðrarfelagnum NSÍ. Størstu kappingina fara teir at fáa frá FM vinnaranum frá í gjør, Havfrúnni úr Vestmanna, og á Norðoyarstevnu vísti Kollur úr Kollafirði, at teir ætla sær at verða uppií, har tað gongur fyri seg.

Startdómarar í dag eru Kristian Martin Joensen og Martin Berg meðan Trúgvi Johansen er høvuðsdómari.