Barrack Obama vinnur valið í New Hampshire í dag, og nú fær hann líka stóra undirtøku í øllum USA sum Hillary Clinton Í einari landsumfatandi kanning hjá blaðnum USA Today siga 33 prosent, at tey styðja Hillary Clinton, og onnur 33 prosent siga, at tey styðja Barrack Obama.
Hetta er merkisvert, tí fyri bara trimum vikum síðani var Obama 18 prosentstig aftan fyri Hillary Clinton.
Í dag er uppstillingarval í statinum New Hampshire, og meiningakanningar vísa, at Barrack Obama fær 39 prosent og Hillary Clinton 30 prosent av teimum demokratisku atkvøðunum.
Hjá republikanarunum stendur John McCain til at vinna í New Hampshire framman fyri Mitt Romney við 32 prosentum ímóti 26.