- Nú steðgar leitingin eftir teimum saknaðu

Myndugleikarnir í Grønlandi hava tikið støðu til, at steðga leitingini eftir teimum saknaðu í flóðalduni.

Flóðaldan í vestur Grønlandi herfyri endaði við, at trý vaksin og eitt barn varð saknað eftir náttúruvanlukkuna í Nuugaatsiaq. Og nú boðar løgreglan frá í tíðindaskrivi, at tað verður steðgað við at leita eftir hesum fólkum. 

 

 

Síðani flóðalduna 17. juni eru fleiri leitingar farnar fram bæði við flogfari, tyrlu, skip og gummibáti, í royndini at finna hesi fýra fólkini. Hetta hevur tó verið úrslitaleyst. Tí væntar man, at hesi fýra hava latið lív í náttúruvanlukkuni. 

 

 

Tey vórðu skolað út í havið, eftir at ein steinrúgva fór á sjógv og skapti eina flóðaldu á Karratfjøðrinum. Ein flóðalda so ógvuslig, at 11 hús vórðu skolað á sjógv. 

 

 

 

Sambært Arktisk Kommando var støddin á tí kletti, sum reyk í havið, samanlagt áleið 1100 metrar falda við 300 metrar. Síðani hava fleiri bygdir verið evakueraðar, tí vandi hevur verið fyri, at eitt petti av fjallinum aftrat kann fara á sjógv og skapa enn eina flóðaldu í økinum. 

 

 

Tað er framvegis vandi fyri tí, men leygardagin søgdu myndugleikarnir, at fólkini í fleiri av teimum evakueraðu bygdunum ikki eru í vanda, sum støðan er nú, og tí sluppu fleiri heimaftur. Tó so eru fólk framvegis hildin burtur frá bygdunum Nuugaatsiaq og Illorsuit, tí tað er her flóðaldan ger størstan skaða, um eitt stykki aftrat skuldi farið á sjógv. 

 

 

/ritzau/