Nú steðgar eingin Fleyr

Flogbóltur: Skuldi nakar gera Fleyr ónáðir á veg móti meistaraheitinum, so skuldi tað vera Mjølnir. So var ikki, og nú er avgerðin fallin. Fleyr verður meistari hjá monnum

Mjølnir-Fleyr 0-2


Undan hesum vikuskiftinum var tað bara eittans lið, sum hevði møguleika at gera Fleyr ónáðir á veg móti meistaraheitinum í meistaradeildini hjá monnum. Eftir at Fram tapti greitt móti Fleyr seinasta vikuskiftið, var tað bara Mjølnir, sum kundi leggja forðingar í vegin, men so varð ikki.

Dystin sum liðini leiktu í Klaksvík hetta vikuskiftið vann Fleyr, og tí kunnu vit staðfesta tað, sum hevur ligið í luftini í longri tíð, nevniliga, at Fleyr verður meistari í meistaradeildini hjá monnum.


Ov stórur munur

Nú kappingin fer at nærkast endanum kunnu vit staðfesta, at tað í ár hevur verið alt ov stórur munur í landskappingini.

Longu frá byrjan legði Fleyr sjógv millum seg og mótstøðuliðini, og tá Mjølnir var amputerað í byrjanini av árinum, er tað ikki fyrr enn móti endanum av árinum, at teir hava blandað seg í stríðið í ovaru helvt.

Ilic var ov seinur til lands til at gera tann stóra munin, og hjá Fleyr, hevur tað so at siga gjørt tað sama um Romica var har ella ikki, tí hinir leikararnir á hansara plássi hava givið honum lítið eftir.

Tí hevur eingin spenningur verið um fyrstaplássi í landskappingini, men sig tða við Fleyrleikararnar, at tað hevur verið keðiligt ...


Mjølnir má styrkjast

Hvussu verður hjá klaksvíkingum komandi ár, er ikki gott at vita, men tað er greitt, at kemur Ilic ikki aftur til lands, mugu teir hava annan styrk ætla teir sær at gera seg galdandi næsta ár.

Liðið er ov veikt til at hótta oddaliðini fáa teir ikki styrk, og tað eru teir uttan iva greiðir um í Klaksvík.

Seinna partin av kappingini hevur verið spennandi at fylgja Mjølnir. Bæði tí at teir heimligu spælararnir hava blómað, men so sanniliga eisini tí at Ilic, sum í orðsins rætta týdningi er ein jugoslavisk eldsál, hevur blást til føroyska flogbóltseldin sum fáur annar útlendingur hevur gjørt.

Kortini er tað kanska júst hann, sum hevur verið størsti trupulleikin hjá Mjølnir í ár. Teir hava dúvað ov nógv upp á hann, og hava kanska trúð ov lítið upp á egnan mátt. Tað hevur gjørt tað ov lætt hjá mótstøðuliðunum at byrgja upp fyri.

Nú hetta árið er avgjørt, bíða vit í spenningi eftir næsta kappingarári.