Næstan útselt

Listaframsýningin á torginum í SMS, sum Verkstaðið Vón hevur havt saman við øðrum menningartarnaðum í Danmark endaði í gjár. Fyrrapartin í gjár vóru næstan allar myndirnar seldar

Henda listaframsýningin verður gjørd í samband við eitt work-shop, sum Verkstaðið Vón hevur saman við øðrum føroyskum og donskum vardum verstøðum. Í hesum sambandi fingu fýra menningartarnað frá Verkstaðnum Vón høvi at vísa sínar myndir fram, sum tey høvdu gjørt frammanundan.
? Áhugin hevur víst seg at vera stórur, sigur Maud V. Hansen, leiðari á Verkstaðnum Vón. ? Vit fingu Sigrun G. Niclasen at seta framsýningina, og tá var ein rúgva av fólki og lurtaði. Harafturat hevur listaframsýningin verið ógvuliga væl vitjað, og fleiri av teimum føroysku listafólkunum hava verið og hugt, og tey hava víst framsýningini stóran áhuga.
Nakrir danir eru komnir til Føroya at hava work-shop fyri føroyskum menningartarnaðum. Hetta fyri at læra tey nýggjar teknikkir og annað. Maud sigur, at tað veruliga eru listarfólk í teimum menningartarnaðu, og at tey veruliga duga at tekna.
? Bara tað, at vilja tekna, vilja skap og menna seg, umframt tað at hava hug og duga at tekna er fyri mær eitt listarfólk. Og har haldi eg, at millum tey menningartarnaðu er minst líka nógv, sum hava hendan viljin og hugan, sum millum okkum onnur.
Maud heldur, at við einum slíkum tiltaki kunnu tey vísa, tað er ikki púra burturvið at gera ein listaskúla fyri menningartarna í Føroyum. Ein listaskúla har tey menningartarnaðu kunnu vera í eina tíð, og als ikki koma á varda verkstaðið.