Ævisøgan um Kaj byrjaði í fyrsta bindinum við forfedrunum hjá Kaj frá umleið 1870. Í nýggja bindinum koma vit fram til 1939, tá Kaj er 28 ára gamal. Hann stendur fyri fyrstu ferð á trolarabrúgv sum skipari. Hetta er júst um tað mundið, tá seinni heimsbardagi brestir á. Kaj verður skipari á Nærabergi og fer undir nýggja vinnu, at ísa fisk á feltinum og sigla niður á bretska marknaðin.
Á útgávuhaldinum fríggjadagin segði Ásmund Justinussen nøkur orð. Hann hevði lisið bókina úr enda í annan, og var hann samanumtikið væl nøgdur við verkið, hóast hann helt, at høvundurin í ávísum førum gongur ov nær.
Jústinus Eidesgaard vísti á, tað ber ikki til at spegla ein persón, um tú roynir at fjala ymsar partar av lívinum.
Eg havi eisini sjálvur roynt døkku síðurnar av lívinum, bæði tað at verða narraður av einum konufólki og at liva sum drykkjumaður. Skulu vit lýsa ein persón og spegla hann, so eiga vit sjálvandi at hava allar síðurnar við, vísti hann á.
Høvudnurin sigur sjálvur, at søgan um Kaj er ósminkað á tann hátt, at alt verður tikið við, sum hoyrir lívinum til.
Umframt ummælið hjá Ásmundi Justinussen, sang eisini Dupultkvartettin úr Ebenezer.