Russar og amerikanarar eru eru næstan samdir um, hvussu londini skulu skerja sínar kjarnorkuvápnagoymslur. Tað segði russiski forsetin, Dmitrij Medvedev, við russiskar fjølmiðlar í gjár.
Hann segði, at samráðingarnar hava gingið væl, og at londini eru samd um 95 prosent av innihaldinum í einum komandi sáttmála. Partarnir samráddust í Moskva í síðstu viku, og teir hittast aftur í næsta mánaði.
Teir báðir forsetarnir, Dmitrij Medvedev og Barack Obama, hava sett sær sum mál at skerja kjarnorkuvápnagoymslurnar, so tey bæði londini skulu skerja talið á kjarnorkuløðingum munandi.